Í 2005 keyptu tey fýra starvsfólkini í Team 85, Poul Clementsen, Høgni H. Jacobsen, Edith Dahl Jensen og Tórður Patursson, helvtina av fyritøkuni frá Dimmalætting. Mánadagin varð keypið av hinari helvtini endaliga avgreitt, soleiðis at tey nú eiga øll partabrøvini í Team 85. Hetta merkir, at Hjalgrim L. Samuelsen og Lisbeth L. Petersen úr nevndini, og í teirra stað koma Tórður Patursson og Høgni Heinesen Jacobsen.
– Vit høvdu eina optión upp á at keypa restina. Henda var galdandi til 2009, og hana valdu vit so at brúka nú, sigur Poul Clementsen, stjóri í Team 85. Hann leggur dent á, at keypið varð gjørt í sátt og semju við Dimmalætting, og at einki ilt er millum fyritøkurnar báðar.
– Og tað lá eisini í kortunum, at hetta fór at henda, sigur hann.
Handilin kom upp á pláss fyri tíð síðani, men varð ikki endaliga skrásettur fyrr enn fyri tveimum døgum síðani. Sambært stjóranum í Team 85, so vera tað ikki tær stóru broytingarnar í fyritøkuni beinanvegin, hóast tað nú eru fýra starvsfólk og ikki longur Dimmalætting, sum eigur lýsingarfyritøkuna.
14 fólk starvast hjá hjá Team 85.