Stjórin í Sernámi vísir aftur fleiri av atfinningunum, ið hava verið móti stovninum. Hon vísir millum annað á, at tey hava raðfest stovnar og skúlar, og tí hevur ikki verið eins nógv tíð til áhugafelagsskapir.
– Í okkara menningartilgond hava vit higartil raðfest at styrkja samstarvi við stovnar og skúlar umframt aðrar almennar skipanir, sum virka á barna- og ungdómsøkinum, millum annað Barnaverndartænastuna, Almannaverkið og Barna- og ungdómssykiatriina. Tí hevur ikki verið eins nógv tíð til áhugafelagsskapir, men vit ynskja avgjørt eitt gott samband og vilja raðfesta hetta hægri framyvir, sigur Margreth Olsen.
Hon vísir á, at tey millum annað hava havt fundir við Javna, Megd og aðrar áhugafelagsskapir.
Tørv á fleiri við Karlstad-útbúgving
Eitt av tí, sum funnist hevur verið at, er, at tað er so avmarkað tænasta innan Karlstad-háttin.
– Tað er ikki rætt, at Karlstad-tænastan bara er í Suðuroynni. Hon er eisini aðrastaðni í landinum. Hvør Karlstad-ráðgevi er í einum netverki, har tað eisini eru onnur fakfólk, sum arbeiða við at hjálpa einum barni. Øll børnini í hesum mammubólkinum fáa hjálp frá Sernám umvegis Karlstad-tænastuna, og netverkini eru um alt landið. Harafturat eru eisini onnur netverk, sigur Margreth Olsen.
Hon vísir tó á, at tey mangla starvsfólk, sum hava neyðugu Karlstad-eftirútbúgvingina.
– Ein Karlstad-ráðgevi er í starvi, og eitt starvsfólk nemur sær eftirútbúgving innan Karlstad-háttin, men viðkomandi verður ikki liðugur við útbúgvingina fyrr enn um tvey ár. Tí er avmarkað, hvussu langt við náa við Karlstad-háttinum í dag, men vit eru í ferð við at menna hesa tænastuna, sigur hon.
Hon kundi ynskt at fingið fleiri starvsfólk við Karlstad-eftirútbúgving, men enn er tað ikki eydnast.
Lesið meira um Sernám í vikuskiftissosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið. Blaðið kann eisini lesast her.