Starvsfólkið fer ongan veg

Einki bendir á, at starvsfólkið á stuðulsstovninum ætlar sær til Runavíkar at arbeiða. Væntandi fara øll starvsfólkini á stovninum at leita sær eftir øðrum arbeiði, tá ið Stuðulsstovnurin eftir ætlan flytir til Runavíkar. Eisini starvsfólk á Skipaeftirlitinum vita ikki, hvussu teirra framtíð fer at hátta seg

 

Flytingar

Tað fekk rættiliga nógva umtalu, tá ið tíðindi bórust um, at táverandi landsstýrismaðurin, Torbjørn Jacobsen, hevði avgjørt at flyta Stuðulsstovnin til Runavíkar, har hann nú húsast saman við mentamálastýrinum við Hoyvíksvegin í Havn.

Eitt sindur av tíð er nú frálið, og eftir ætlan skal Stuðulsstovnurin til Runavíkar at halda til, men alt bendir á, at tað verður uttan verandi starvsfólk.

Sosialurin hevur fingið innlit í fyrispurning frá Óli Holm til Terja á Lakjuni um flytanina av Stuðulsstovninum og støðuna hjá Stuðulsstovninu. Samstundis hava vit eisini fingið innlit í svarið, sum Terji á Lakjuni gav landsstýrismanninum.


Serkunnleiki

Í svari sínum til landsstýrismannin greiðir Terji á Lakjuni frá, at starvsfólkið á Stuðulsstovninum hevur serkunnleika á ymsum økjum orsaka av tí sokallaða funktiónsbýtinum.

Terji á Lakjuni sigur heilt greitt, at tað er sera óheppið at flyta til Runavíkar, tá ið hesin serkunnleikin eftir øllum at døma ikki flytir við. Tað kann vera ógvuliga torført at fáa skikka starvsfólk. Í tí sambandinum vísir hann á, at Sp/F Virkisráðgeving í Runavík metir tað vera torført at finna vælskikkaði starvsfólk samstundis til sama stovn.

Tað framgongur heilt greitt í svarinum hjá Terja á Lakjuni, at hann ikki metir tað vera nakað gott hugskot at flyta Stuðulsstovnin til Runavíkar. Orsøkirnar byggja serliga á, at serkunnleikin verður mistur, samstarvið við aðrar stovnar eisini viknar og stovnurin eisini verður dýrari at reka. Hann heitir á landsstýrismannin um at broyta støðu, men hetta hevur landsstýrismaðurin eftir øllum at døma ikki gjørt.

Terji á Lakjuni metir í svari sínum, at Stuðulsstovnurin verður umleið 400.000 kr. dýrari at reka árliga, um hann verður fluttur til Runavíkar. Hetta tal grundar hann serliga á leiguútreiðslur og tað, at Stuðulsstovnurin í løtuni nýtir gott av vera saman við Mentamálastýrinum, tá ið hetta sparir teimum nógvar útreiðslur.

Sjálvur hevur Teji á Lakjuni eftir øllum at døma einki ímóti at arbeiða í Runavík.


Í bíðistøðu

Gunnvør Eriksen er starvsfólkaumboð hjá teimum fimm starvsfólkunum á Stuðulsstovninum, sum eru limir í Starvsmannafelagnum. Fyri uttan hesi fimm, so er stjórin, Terji á Lakjuni, einasta starvsfólki.

Hon kallar støðuna hjá starvsfólkunum fyri eina bíðustøðu, sum tey ikki eru serliga fegin um at vera í. Gunnvør greiðir frá, at øll starvsfólkini sum nú er ætla sær ikki at flyta við Stuðulsstovninum til Runavíkar, men ætla heldur at leita sær nýggjum arbeiði í Havn.

Hon sigur, at sum nú, so er trupult at siga júst hvat fer at henda, tí starvsfólki eins og onnur bíða eftir at fáa at vita, hvør lagnan hjá teimum verður.

Gunnvør heldur mestir, at fleiri av starvsfólkunum longu nú eru farin at hyggja sær eftir øðrum arbeiði í høvuðsstaðnum.

Gunnvør leggur dent á, at starvfólkið á Stuðulsstovninum eru alt annað enn fegin um støðuna hjá teimum.

Terji á Lakjuni vil ikki gera viðmerkingar til úttalilsini hjá Gunnvør Eriksen.

Óli Holm, landsstýrismaður, kennir til trupulleikan við starvsfólkunum, og hann ætlar at broyta støðu av hesari orsøk. Hann sigur, at hann hevur havt fleiri fundir við starvsfólki á stovninum, og greitt teimum frá, hvat fer at henda.

Eisini á Skipaeftirlitinum er starvsfólki í einari bíðistøðu. Eftir hvat Sosialurin skilir, eru tvey starvsfólk á tí stovninum í donskum fakfelag, men tey hava ikki gjørt av, um tey fara til Vágarnar at arbeiða, tá ið Skipaeftirlitið eftir ætlan verður flutt hagar.


Fingið starvsfólk

Eisini hjá Toll og Skatt eru tey farin undir at rigga eina nýggja deild til. Talan er um tað sokallaðu kollvetnisskattadeildina, sum eftir ætlan skal hava innvíst í Klaksvík. Óli Heinesen, stjóri fyri Toll- og Skattstovu Føroya, sigur við Sosialin, at teir hava søkt eftir starvsfólki og eisini fingið umsóknir, har fleiri eisini eru skikkaði til starv, uttan tó, at hann hevur nágreiniliga gjøgnumgingið hesar.

Óli Heinesen sigur tað vera ein generellan trupulleika at fáa hendur á skikkaðum fulltrúum, eitt nú juristum. Í løtuni verður bíðað eftir, at høli skulu fáast til vega til deildina í Klaksvík. Ikki fyrr enn tá er ráðiligt at fara víðari við málinum, heldur Óli Heinesen.