Parturin um Arbeiðsumhvørvispolitikk snýr seg um kringumstøðurnar á arbeiðsplássum, tað verið seg tær fysisku og tær sálarligu. Í arbeiðsumhvørvispolitikkinum verður eisini mint á at halda galdandi reglur og ásetingar á økinum.
Parturin um Bygnaðarbroytingar snýr seg um starvsfólkaluttøku í sambandi við avgerðandi broytingar á arbeiðsplássinum.
Tað er alt meira vanligt í Føroyum, og ikki minst í londunum rundan um okkum, at gera broytingar og tillagingar á arbeiðsplássununum.
Á fleiri arbeiðsplássum, kanska serliga á privata arbeiðsmarknaðinum, verður tað sett sum eitt av fremstu krøvum, at hava liðiligar arbeiðsumstøður og skjótt kunna tillaga viðurskiftini, til tess at náa sett mál.
Tað er eyðsæð, at kunning og luttøka frá starvsfólksins síðu, er avgerðandi fyri í hvønn mun leiðslur fáa góð úrslit, við teim broytingum og tillagingum, tær gera.
Í partinum um bygnaðarbroytingar verður víst á hesi viðurskifti.
Starvsfólkapolitikkbólkurin arbeiðir framhaldandi við at orða ymsu partarnir av starvsfólkapolitikkinum. Í løtuni verður arbeitt við rúsevnapolitikki, roykipolitikki, eldrapolitikki og familjupolitikki.
Harumframt, verður arbeitt við at gera leiðreglur fyri umsjón við starvsfólkapolitikkinum. Ætlanin er so líðandi at fara undir at fremja umsjón við starvsfólkapolitikkinum seinni í ár.
Starvsfólkapolitikkurin er sendur stovnum í fyrisitingini og yrkisfeløgunum. Allir partarnir, sum eru settir í gildi, liggja á heimasíðuni hjá landsstýrinum, á www.fl.fo
Ringbind við galdandi starvsfólkapolitikki fáast á Løgmansskrivstovuni, Nýskipanardeildini fyri 34,- kr, sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.