Vit hava eina sera vánaliga nevnd. Nevndin arbeiðir yvirhøvur ikki fyri okkum og enn minni, at hon lurtar eftir okkum. Tað ber slett ikki til at hava uppboðssølu við bara tveimum fólkum. Tað hava vit – bæði vit, sum eru koyrd, og tey, sum eftir verða – sagt allatíðina, men nevndin letst ikki um vón.
Oskar Joensen, uppboðssøluhaldari, er bersøgin um støðuna á hansara arbeiðsplássi, Fiskamarknaði Føroya (FMF), har hann hevur starvast seinastu góðu 20 árini.
Í februar var hann eitt av trimum starvsfólkum, sum vórðu søgd úr starvi vegna sparingar. Tey arbeiða tó øll enn, tí uppsagnartíðin er ikki úti.
– Fyri meg kann tað gera tað sama, tí eg fari at eldast, so mín tíð fer at styttast, men tað er ikki líkamikið fyri Fiskamarknaðin og hini starvsfólkini, sigur Oskar Joensen.
Tódnaður hópur
Um somu tíð, sum hann, Elin Lamhauge og Ann-Britt Johannesen, sum báðar eru søluumsitingarfólk, vórðu søgd úr starvi, segði Jens Christian Olsen, stjóri, seg eisini úr starvi. Tískil tódnar starvsfólkahópurin eftir einum hálvum ári úr sjey niður í bara tvey, tá uppsagnartíðin hjá teimum uppsøgdu rennur út við endan av september.
Tey bæði, sum verða eftir á Fiskamarknaði Føroya, eru Høgni Hansen, uppboðssøluhaldari og virkandi leiðari, og Oddma Osmundardóttir, bókhaldari.
Eisini tey eru ørkymlað um støðuna, og at tað tekur so langa tíð hjá nevndini at taka eina avgerð um, hvat man ætlar. Millum annað er ongin stjóri enn settur í staðin fyri Jens Christian Olsen, sum á pappírinum enn er stjóri, hóast hann langt síðani er farin í annað starv sum deildarleiðari hjá Taks.
– Eg haldi heldur ikki, at tað ber til at koyra hetta her við bara tveimum fólkum. Tá uppboðssølan er – og hon kann onkrar dagar taka fleiri tímar – sita bæði bundin av henni og kunnu als ikki órógvast av øðrum, sigur Høgni Hansen, ið bleiv virkandi leiðari, tá Jens Christian Olsen fór.
Gjalda beinanvegin
Oddma Osmundardóttir, hitt hepna starvsfólkið, ið slapp undan at fáa uppsagnarskriv í februar, sigur tað sama.
– Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu vit skulu fáa hetta at hanga saman, tá vit bara verða tvey. Tað verður torført at halda tænastustøðið tá,.
Hon, sum er bókhaldari, vísir á, at tey á Fiskamarknaðinum altíð hava lagt sera stóran dent á at flyta peningin til seljaran innan eina viku. Eisini hava tey gjørt sær ómak at veita skipunum nógvar tænastur, til dømis avgreiða ymisk vørugjøld til havnir, rinda gjøldini til trygdargrunnin, rinda limagjaldið hjá útróðarbátunum til teirra felag o.s.fr.
Elin Lamhauge hevur verið í sínum starvi síðani 1995 og Ann-Britt Johannesen síðani 2006. Tær siga, at tær fegnar høvdu hildið áfram í størvunum, um viðurskiftini annars vóru í lagi, tí arbeiðsplássið og arbeiðshýrurin har eru framúr. Tað eru tær báðar og hini trý øll samd um.
Vónin livir
Og kanska kunnu tey uppsøgdu starvsfólkini hava grundaðar vónir um at verða biðin aftur í starv. Bæði tí øll eru samd um, at starvsfólkahópurin ikki fær minkað so nógv, sum lagt er upp til, um uppboðssølan skal kunna rekast á skilagóðan hátt, og ikki minst tí útlitini til betri tíðir eru vorðin nógv bjartari, síðani starvsfólkini fingu uppsagnarskrivini í februar.
– Eg havi ongantíð væntað, at FMF fór at lata aftur, men tað sá ikki pent út fyrr í ár. Nú eri eg bjartskygdur. Tað sá út til, at bæði útróðrurin og trolfiskiskapurin á landleiðini vóru á gravarbakkanum, men nú koma trolbátarnir inn fullir upp undir lúkur, og útróðrarbátarnir fáa eisini fisk. Línuskipini royna undir Íslandi nú, og hjá teimum gongur eisini væl, staðfestir Høgni Hansen.
- - -
FAKTA:
Fiskamarknaður Føroya (FMF) var stovnaður 24. september 1992. Stovnararnir vóru Olaf Olsen, vinnulívsmaður og táverandi landspolitikari, Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi reiðari og løgtingslimur, Ingvard Joensen, táverandi stjóri á Tavuni í Leirvík, og Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu. Fyrsti stjórin á FMF var Ditlev Eldevig, sáli.
Tey fyrstu nógvu árini umfataði virksemið bæði uppboðssølu og landing, og í teimum bestu árunum hava umleið 20 fólk havt sítt starv har. Í 2005 varð Landingarmiðstøðin skild frá FMF. Starvsfólkahópurin var tá átta. Síðani minkaði hann spakuliga niður í fimm, og tá uppsøgnirnar í februar, verða effektivar tíðliga í heyst, verða tey bara tvey starvsfólk í uppboðssølu-fyritøkuni.