Starvsfólk í øðini um setan

Starvsfólk á Fornminnissavninum vilja hava setanina av nýggjum landsantikvari gjørda til einkis

Løgmaður, sum hevur havt trupult við at fáa tilfar um setanina av nýggjum landsantikvari frá Mentamálaráðnum, hevur nú fingið eitt skriv frá starvsfólkunum á Føroya Fornminnissavni.

Starvsfólk á Fornminnissavninum vilja hava setanina av nýggjum landsantikvari gjørda til einkis.

Í skrivinum, undirskrivað av ellivu starvsfólkum, sum eru øll tey í føstum starvi umframt Símun V. Arge og Andras Mortensen, verður funnist hvassliga at mannagongdini og ikki minst eftir Annlis Bjarkhamar.

Skrivið er soljóðandi:

Harra løgmaður.

Undirritaðu, ið øll eru í føstum starvi á Føroya Fornminnissavni, vilja við hesum mótmæla teimum mongu brotum, sum í málinum um setan av landsantikvari eru framd á rættindi okkara sum starvsfólk, soleiðis sum hesi m.a. eru útgreinað í tí setanarpolitikki, sum er ásettur av Føroya løgmanni og í fyrisitingarlógini.

Í tí sum fram er komið, síggja vit, at setanin er farin fram við sera stórum nærlagni, men als ikki eftir teirri ásettu mannagongdini hjá mentamálaráðnum.

Vit eru tíverri sannførd um, at avgerðin um setan av nýggjum landsantikvari er ikki farin fram á rættan og rættvísan hátt, og vit kenna okkum tí ikki trygg við avleiðingarnar av avgerðini. Landstýrismaðurin hevur lítið innlit í lógarfestu uppgávur stovnsins, hevur ongatíð verið á stovninum og hevur einki samskifti havt við stovnin.

Fyrst varð skipað fyri eini formligari setanartilgongd, har umboð okkara tók lut, og síðani varð skipað fyri teirri reellu setanartilgongdini, har starvsfólkaumboðið varð útihýst frá viðgerð og setanarsamrøðum. Vit mótmæla, at landsstýrismaðurin í mentamálum soleiðis setti rættindi okkara at vera við í setanartilgongdini til viks.

Vit mótmæla, at tað umboð, vit eftir boðum myndugleikana og í samsvari við almenna setanarpolitikkin hava valt í setanarnevndina, av landstýrismanninum uttan grundgeving verður mett ikki at gera arbeiði sítt nóg væl og straks gerst offur fyri almennari útspilling.

Vit mótmæla, at landsstýrismaðurin sjálvur átekur sær at taka dagar ímillum, hvør hevur størsta fakliga og fyrisitingarliga førleika at stýra stovninum.

Setanin er liður í eini politiskt ætlaðari broytingartilgongd, sum landsstýrismaðurin í stríð við starvsfólkapolitikkin hevur sett í verk. Starvsfólkini eru enn ikki kunnað um ætlanir landsstýrimansins. Vit mótmæla, at vit hvørki hava havt høvi at umrøða ella ummæla broytingarætlanirnar og ikki hava kunnað tikið lut í broytingararbeiðinum í samsvari við starvsfólkapolitik landsstýrisins.

Samstarv og sínámillum virðing millum stovnsleiðara og starvsfólk eru avgerandi fyri sálarliga arbeiðsumhvørvið. Tað er øll orsøk at stúra fyri arbeiðsumhvørvinum, um politiskt settur stovnsleiðari veruliga fær loyvi at taka við leiðsluni av Føroya Fornminnissavni. Tann skaði, sum longu er hendur við tí persónliga ágangi, sum starvsfólkum hava verið fyri, er nóg álvarsligur.

Vísandi til omanfyri standandi heita vit á løgmann at sýna egna starvsfólkapolitikki sínum, fyrisitingarrætti og vanligari rættarkenslu ta virðing at gera setanina av landsantikvari til einkis.