Starvsfólk hjá Tórshavnar Kommunu hótta við verkfalli

Fakfeløg, sum hava fólk í arbeiði hjá Tórshavnar Kommunu, kravdu svar frá Býráðnum í gjár, men tey fáa ikki svar, fyrrenn fyrst í komandu viku

Sáttmálaviðurskifti


Fakfeløgini, sum hava fólk í arbeiði hjá Tórshavnar Kommunu, geva nú býráðnum knívin á barkan.
Nú um páskini hava tey sent Tórshavnar Kommunu eitt skriv um viðurskiftini hjá teimum, sum arbeiða hjá Tórshavnar kommunu.
Tey kravdu at fáa svar aftur í gjár, fríggjadagin
Fingu tey ikki svar, var tað at meta sum sáttmálaloysi. Og tá ið ongin sáttmáli er, fara arbeiðsfólk til húsar.
Men tey fingu ikki svar í gjár.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, sigur, at tey fingu ikki brævið frá fakfeløgunum, fyrrenn týsdagin og av tí at talan er um løgfrøðiligar spurningar, má býráðið hava nakrar dagar at viðgera málið í.
Sostatt fáa feløgini ikki svar, fyrrenn fyrst í komandu viku, sigur borgarstjórin.

Skulu binda seg
Tað er trætan um rættindini hjá starvsfólkinum hjá kommununi at fara at fylgja líki og at fara heilsuørindi í arbeiðstíðini, sum spøkir aftur.
Tað eru bara Starvsmannafelagið og Pedagogfelagið, sum hava beinleiðis sáttmála við býráðið.
Men harumframt eru níggju onnur fakfeløg, sum hava fólk í starvi hjá Tórshavnar Kommunu.
Tey hava verið lønt eftir øðrum sáttmálum, eitt nú ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafeløg og ímillum fakfeløg og fíggjarmálaráðið o.s.fr.
Men fakfeløgini siga, at brævaskiftið í sambandi við rættin hjá starvsfólki í kommununi at gera heilsuørindi og at fylgja líki í arbeiðstíðini, bendir á, at býráðið ikki kennir seg bundið av øðrum sáttmálum, enn tí við Starvsmannafelagið og Pedagogfelagið.
Og nú krevja fakfeløgini, at Tórshavnar Kommuna váttaði í seinasta lagi í gjár, um hom kennir seg bundna av øðrum sáttmálum, enn teimum, sum kommunan sjálv hevur gjørt við við Starvsmannafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Viðurkennir Býráðið ikki, at tað er bundið av øllum hinum sáttmálunum, staðfesta feløgini, at so er sáttmálaloysi á øllum økjum, uttan hjá Starvs-manna-felagnum og Føroya Pedagogfelag.
Gunnleivur Dalsgarð, sum er talsmaður hjá fakfeløgunum, vil ikki siga um tað merkir, at fólkið fer í verkfall.
? Men tað plagar at vera so, at tá ið ongin sáttmáli er, kann fólki heldur ikki vera til arbeiðis, sigur hann.
Talan er um hesar starvsbólkar, sum sosatt fara í verkfall:
Havnar Arbeiðsmannafelag , Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Magistarafelag Føroya, BLF,
Havnar Handverkarafelag og Føroya Lærarafelag.

Fylgja sáttmálanum
Men hann skilir ikki trupulleikan, tí býráðið fylgir teimum sáttmálum, sum ymsir starvsbólkar hjá býráðnum hava við onnur, enn sjálva kommununa og tað hevur kommunan altíð gjørt, sigur hann.
Men hvussu støðan verður hjá kommununi veldst um, hvussu býráðið fer at svara fakfeløgunum.
Gunnleivur Dalsgarð, segði fyrrapartin í gjár, at tey høvdu ikki fingið boð um, at býráðið ikki fór at svara til tíðina.
Hann helt ikki at tað var hóskandi, at feløgini skuldu boð umvegis Sosialin.
Hann dugdi tí ikki at siga, um fakfeløgini fóru at halda fast um tíðarfreistina, ella um tey fóru at lata sær lynda, at bíða til í komandu viku.
?Men tað týdningarmesta er væl, at vit fáa eitt svar, segði Gunnleivur Dalsgarð