Tá hjálparfólk hjá Reyða Krossi herfyri skuldu skilja brúkt klæði, sum vóru latin til handilin hjá felagsskapinum, skar eitt teirra seg rættiliga illa.
Tað fortaldi Irena Jacobsen í sendingini Góðan Morgun, Føroyar, í morgun. Irena Jacobsen er hjálparfólk í felagsskapinum.
Uttan fyri handilin hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu í Havn og ymsa aðrastaðni í landinum eru bingjur settar upp, sum fólk kunnu lata klæði í. Sumt av hesum verður latið til tey, ið treingja, sumt verður selt í handlunum hjá Reyða Krossi, annað verður sent til Reyða kross-felagsskapir aðrastaðni í heiminum, meðan okkurt verður tveitt burtur.
Hendan dagin var so okkurt hvast komið í eina av bingjunum, greiddi Irena Jacobsen frá í morgun. Hon heldur, at helst hevur onkur lagt onkran prýðislut í posan við klæðum, kanska ein vasa ella líknandi. Meðan hetta starvsfólkið so er í ferð við at skilja klæðini sundur, sker tað seg so av hesum hvassa.
Irena Jacobsen sigur, at Reyði Krossur fær eini 200 posar um vikuna, sum skulu skiljast hvørja viku.
- Tí heita vit á fólk, um ikki at hava slíkar prýðislutir í klædnaposunum, segði Irena Jacobsen í Góðan Morgun, Føroyar.