Starvsfólk í alivinnu fáa stórt bonus

Starvsfólk hjá norskum alifelag hava fingið 634.000 norskar krónur hvør í bonus seinastu trý árini.

 

2018 gjørdist eitt nýtt metár hjá norskari fiski-og alivinnu, sum tilsamans útflutti fyri 99 miljardir norskar krónur í fiskavørum. Av hesum stendur útflutningur av laksavørum fyri 68 prosentum av virðinum. 

Eitt av feløgunum, sum hevur tjent nógvan pening í vinnuni, er alifyritøkan Nova Sea í Noregi. Dagligi leiðarin í felagnum, Odd Strøm, sigur, at høgu prísirnir á laksi gjørdu, at árið 2018 eydnaðist so væl hjá Nova Sea.

Hóast felagið hevði eina lítla afturgongd í umsetningi í 2018, hevði felagið eina miljard norskar krónur í avlopi fyri skatt.

Og hetta er eisini komið starvsfólkunum í felagnum til góðar.

- Nova Sea AS hevur seinastu trý árini útgoldið 159 miljónir norskar krónur, sum part av avlopinum til síni starvsfólk, sigur Odd Strøm í tíðindaskrivi í Helgelands Blad.

Dagligi leiðarin sigur, at í 2018 fingu øll tey 280 starvsfólkini 203.000 norskar krónur hvør í bonus.

Sambært Odd Strøm hevur skipanin verið galdandi í fleiri ár, og soleiðis hava starvsfólkini seinastu trý árini í miðal fingið útgoldið 634.000 norskar krónur hvør.

Men, hví býtir felagið út av avlopinum til starvsfólkini?

- Tí eigarar og stjórn aftan fyri felagið eru samd um, at vit, sum starvast fyri Nova Sea AS, á øllum stigum eru viðvirkandi til úrslitini, sum verða skapt, sigur Odd Strøm, ið er maðurin á myndini, sum NRK eigur.