SVEIS-FØROYAR
Sveisiski venjarin, Jakob Kuhn var ovurfegin um stóra sigurin, sum hansara menn høvdu vunnið í fyrstu roynini á vegnum ímóti HM endaspælinum, sum verður í Týsklandi um tvey ár. Tað kiksaði hjá Sveis, tá ið teir royndu at kvalifisera seg til endaspælið í 1998 í Fraklandi, og tað kiksaði aftur, tá ið teir royndu at sleppa upp í part í Japan/Korea í 2002.
- Álopsspælararnir vóru óførir. Teir skoraðu trý mál í part, og tað ber ikki til at rokna við fleiri málum enn tí. Men eg ivist ikki í, at hini mótstøðulondini fara at ansa betri eftir teimum, enn tað varð gjørt hesa ferð. Tá verður uppgávan hjá okkara monnum at vísa sína sonnu styrki, helt Jakob Kuhn eftir dystarenda.
Venjarin var sjálvandi sera væl nøgdur við, at tað hevði eydnast at vunnið so sannførandi sigur í fyrsta HM undankappingardystinum. Frammanundan hevði Sveis spælt fýra kappingardystir á rað uttan at hava vunnið.
Johan Vonlanthen, sum er átjan ára gamalur, var fyrr í summar yngsti spælarin, sum nakrantíð hevur skorað mál í EM endaspælinum. Málið hjá honum ta ferðina var tað fyrsta fyri landsliðið. Nú hevur hann spælt seks landsdystir, og hann hevur skorað fýra mál.
Hin málskjúttin, Alexander Rey, hevði ikki verið á landsliðnum síðani í apríl 2001.
Mikudagin verður næsta uppgávan á vegnum ímóti endaspælinum í Týsklandi á skránni hjá Sveis. Tá skulu teir spæla á heimavølli ímóti Írlandi.