Mikudagin byrjar árliga kappingin Volvo Kring Føroyar, ið varar líka til sunnudagin.
Talan er helst um størstu einstøku súkklukapping í Føroyum, og plagar hon eisini, at trekkja útlendskar íðkarar til Føroyar.
Fyrireikararnir boða í dag frá, at starttíðirnar verða hesar, og at allir bólkar byrja samstundis:
Mikudagin 22. juli kl. 15.00:
Startur: Wenzel í Tórshavn
Mál: Effostøðin í Runavík
Hósdagin 23. juli kl. 14:
Startur: Effostøðin í Klaksvík
Mál: Sornfelli
Fríggjadagin 24. juli kl. 15:
Startur: Effostøðin heima á Sandi
Mál: Effostøðin heima á Sandi
Leygardagin 25. juli kl. 13:
Startur: Effostøðin á Tvøroyri
Mál: Effostøðin á Tvøroyri
Sunnudagin 26. juli kl. 14:
Startur: Wenzel í Tórshavn
Mál: Wenzel í Tórshavn