Tað hevur gingið sera væl hjá Start, síðani liðið fekk nýggjan venjara, men í gjárkvøldið gekk rættiliga galið í útidystinum ímót Fredrikstad. Start tapti heili 4-0. Todi Jónsson spældi ikki við, tí hann hevur ein minni skaða at dragast við.
- Nú eru vit rættiliga komnir leysir av botninum, og vit kunnu líta upp eftir stigatalvuni. Harafturat hava vit eisini eina hálvfinalu í steypakappingini fyri framman, sigur Todi Jónsson um støðuna í Start í løtuni.Start skal spæla ímóti júst Fredriksstad í hálvfinaluni í steypakappingini um ein mánað.