Álopsspælarin Alex Valencia hevur reyð oyru, eftir at hann sunnumorgunin svav ov leingi og gjørdist ov seinur til flogfarið, sum fleyg Start-spælararnar úr Kristiansand til dyst í Fredrikstad. Valencia noyddist at taka ein hýruvogn, sum koyrdi hann langa teinin til dystin ístaðin.
- Eg havi biðið umbering hjá venjaranum, leiðsluni og spælarunum. Hetta skal ikki henda aftur, sigur Alex Valencia við Fedrelandsvennen.Rokningin fyri hýruvognin gjørdist 8.800 norskar krónur, men sannlíkt er, at Valencia fer eina bót frá felagnum fyri hendingina.