Todi Jónsson fær møguliga ein nýggjan liðfelaga í Start. Í løtuni er Start á venjingarlegu í Marbella í Spania, og í dag kemur ein nýggjur spælari til venjingarleguna. Tað er Bayal Sall úr Senegal, sum skal royndarvenja við felagnum. Ball hevur spælt heima í Senegal, men hann hevur eisini verið til royndarvenjing í Belgia. Hann er 22 ára gamal landsliðsspælari og kann spæla bæði á miðvøllinum og í verjuni.