Start manglar krút í álopinum

Venjarin hjá norska felagnum Start vil hava ein nýggjan álopsspælara til felagið, tí liðið hjá honum er við at koma í uppsetur við álopsspælarum.
 Vit hava verið óvanliga óhepnir við skaðum hjá álopsspælarum, og tí mugu vit hugsa um at fáa ein nýggjan álopsspælara til liðið, sigur Tom Nordlie við Fedrelandsvennen.
Todi Jónsson er ein av álopsspælarunum í Start, men hann hevur verið illa plágaður av skaða í hælsinuni seinastu vikurnar, og harafturat eru Stefan Barlin, Ben Wright og Jon Midttun Lie skaddir.
 Vit eru farnir frá 23 útispælarum til at hava 18 og ein hálvan spælara at ráða yvir, sigur Nordlie og sipar til, at Todi fær bara spælt ein hálvan tíma í hvørjum dysti í løtuni.