Tað gekk so væl hjá Start og teirra spælarum eitt skifti í fjør, at norski landsliðsvenjarin hevur seks Start-spælarar við í bruttohópinum til norska landsliðið.
Men nú er støðan ein heilt onnur, tí Aage Hareide hevur nú bara tikið ein spælara hjá Start við í sínari seinastu úttøku.
Høvuðsorsøkin til hetta er, at stuðulsspælarar hjá Start eru skaddir, og tí kunnu Kristofer Hæstad, Marius Johnsen, Fredrik Strømstad og Atle Roar Håland ikki bjóða seg fram. Harafturat er Alex Valenica vrakur, og Steinar Pedersen, sum hevur snoddað til landsliðið einaferð, er heldur ikki tikin við.
Einasti liðfelagin hjá Toda Jónsson, sum er tikin út til norska landsliðið, er verjuspælarin Bård Borgersen.










