Start aftur á toppinum

Men tað var bara seinastu løtuna, at tað var pláss fyri Toda Jónsson, sum fríggjadagin vandi við fullari ferð fyri fyrstu ferð síðani landsdystin móti Fraklandi

NOREG

Sunnukvøldið legði Start seg aftur á odda í norsku landskappingini. Tað gjørdu teir við 2-1 heimasigri á HamKam. Venjari hjá hesum felagnum er Ståle Solbakken, sum var miðvallargeneralur í FCK, tá ið eisini Todi Jónsson hevði stóran leiklut í felagnum. Norskir og danskir miðlar hava leingi róð fram undir, at Ståle Solbakken verður næsti FCK venjarin, men hann arbeiðir framvegis í HamKam.
Fyrra umfarið hendi lítið. Beinanvegin eftir steðgin løgdu gestirni seg á odda, tá ið teir fingu fulla nyttu burtur úr ivasomum brotssparki. Síðani trýsti Start á naglan, teir javnaðu í 50. minutti, og í 63. minutti skoraðu teir sigursmálið.
Todi Jónsson var á vøllinum seks teir seinastu minuttirnar. Tá ið Start seinast spældi á heimavølli og vann 5-3 móti Rosenborg, skoraði Todi trý mál. Men hesa ferð metti venjarin hann ikki at vera nóg góðan at vera millum teir fyrstu ellivu. Todi noyddist skaddur av vøllinum, tá ið Føroyar spældu í Fraklandi, men nú er hann komin fyri seg aftur.
- Eg havi vant síðani týsdagin, og fríggjadagin vandi eg við fullari ferð. Eg kendi meg at vera nóg væl fyri at spæla frá byrjan, men tað er venjarin, sum ger av, hvussu liðið skal síggja út, staðfestir Todi Jónsson.
Lítlu løtuna, sum Todi var á vøllinum hevði hann fína skotroynd, sum málverjin beindi til hornaspark.
Størsti kappingarneytin hjá Start um meistaraheitið er framvegis Vålerenga úr Oslo. Leygardagin vunnu teir útsetta dystin móti Molde 3-1, og í kvøld skulu teir spæla í Fredrikstad í 20. umfarinum. Undan tí uppgerðini eru teir eitt stig aftanfyri Start, men teir hava altso møguleikan at endurvinna oddasessin í kvøld.
Tað verður longu nógv tosað um toppuppgerðina, sum verður 25. september, tá ið Start fer at fáa vitjan av Vålerenga. Øll atgongumerkini eru longu útseld til uppgerðina, sum verður mett at fara at verða lykladysturin í stríðnum um norska meistaraskapin.
Viking er triðja felagið, sum framvegis er við í gullstríðnum. Leygardagin vunnu teir á heimavølli 3-2 móti Rosenborg, sum eitt skifti var á odda 2-0. Trettan faldu meistararnir eru í svárari kreppu, og nú siga teir seg vera noyddar at fyrihalda seg til tann veruleikan, at tað skal enda við spæli um at sleppa undan niðurflyting.
Lyn hevur verið við í oddastríðnum, men teir mistu nógv, tá ið teir í vikuskiftinum taptu 2-1 á heimavølli móti Odd Grenland úr Skien.
Í botninum styrkti Bodø um sína støðu, tá ið teir á heimavølli vunnu 2-1 á Tromsø. Aalesund og Molde spæla í kvøld.