Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, lovar ” óvikandi stuðul” til Ukraina, eftir skeldarí millum Volodymyr Zelensky og Donald Trump í Hvítu Húsunum í dag.
Eftir heita tíðindafundin við forsetunum í Ukraina og USA hevur Starmer havt samrøður við bæði Zelensky og Trump.
Tað sigur ein talsmaður fyri skrivstovuna hjá forsætisráðharranum, sambært tíðindastovuni AFP.
- Forsætisráðharrin hevur í kvøld tosað við bæði Trump forseta og Zelensky forseta.
- Hann heldur fast um sín óvikandi stuðul til Ukraina, og hann ger alt hann kann fyri at finna ein veg til ein varandi frið, sum byggir á fullveldið og trygdina í Ukraina, sigur talsmaðurin.
USA og Ukraina skuldu fríggjadagin skriva undir eina felags avtalu um ukrainsk steinsevni, tá Zelensky var í USA. Men partarnir fóru hvør til sítt uttan avtalu.
Kjakið millum teir báðar forsetarnar og amerikanska varaforsetan, J.D. Vance, var framman fyri rullandi myndatólum.
Trump segði undir kjakinum, at Zelensky hevur "ring kort í hondini", men vil halda fram at stríðast móti Russlandi. Amerikanski forsetin segði eisini, at hann sjálvur søkir eina friðarloysn.
- Hann (Zelenskyj, red.) leitar eftir onkrum øðrum enn mær. Hann fer at halda fram og berjast, berjast, berjast, segði Trump á felags tíðindafundinum.
Argumentið hevur elvt til nógvar reaktiónir frá evropeiskum politikarum.
Millum annað skrivar forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, á sosiala miðlinum X, at Ukraina ikki er einsamalt.
Uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, heldur, at argumentið er eitt greitt tekin um, at Evropa framhaldandi skal vísa karakter.
- Í dag (fríggjadagin, red.) gjørdist greitt, at frælsi heimurin hevur brúk fyri einum nýggjum leiðara. Tað er upp til okkum, evropearar, at taka hesa avbjóðingina á seg, segði Kallas sambært Reuters.
/Ritzau/










