Kaliforniski shoegaze bólkurin Starflyer 59 eigur innivist í Rokkstovuni hósdagin 11.12. Handan henda frálíka bólkin, ið hevur 15 ár og eini 11 plátur á baki, stendur sangskrivarin, tónleikarin og sangarin Jason Martin, ið øll árini hevur verið drívmegin og einasti afturvendandi limur. Afturat sær hevur hann havt eina skiftandi røð av tónleikarum. Jason Martin er ein sera gávaður sangskrivari við góðum oyra fyri melodiøsiteti, fangandi popp hooksum og spennandi ljóðmyndum.
Søgan um Starflyer 59 er ein søga um ein mann, ið elskar tónleik og sum við stórum áhaldni hevur givið plátur út gjøgnum árini, hóast hann ongantíð er vorðin ríkur av tí. Tá Jason Martin ikki arbeiðir við tónleiki, koyrir hann lastbil fyri at fáa endarnar at røkka saman. Tó telist hann millum dugnaligastu lagasmiðir, ið kaliforniska moldin hevur fostrað í nýggjari tíð.
Hósdagin kl. 19.15 varpar Rokkstovan ljós á Starflyer 59, og vit hoyra eina rúgvu av frálíkum løgum hjá bólkinum. Skrúva upp.