Á sjómannadegnum í Klaksvík leygardagin vórðu línuskipini, Stapin og Klakkur, sum fiska í bólki 3, heiðrað fyri ávikavist størstu veiðinøgd og størsta veiðivirði í undanfarna ári.
Í uppgerðini yvir bestu skip og bátar, sum verður løgd fram á sjómannadegnum, fylgja eingi tøl, men bara, hvørji skip/ bátar hava ávikavist størstu nøgd og størsta veiðivirði.
Í summum førum er tað sama skip/ bátur, sum er best í báðum tveimum, t.v.s. í nøgd og veiðivirði, men soleiiðis er tað ikki altíð.
Tað er Jákup Eli Eidesgaard, skipari á Eiði, sum førir Stapan, og tað eru brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen í Klaksvík, sum skiftast um at føra Klakk.
In.fo hevur annars skilt, at Klakkur hevur havt eitt rættiliga gott ár í ár - og nógv betri enn nakað annað ár í nýggjari tíð.
Longu teir fyrstu tveir mánaðirnar í ár, tá skipið var á Flemish Kap, mundi veiðivirðið tátta í 10 miljónir krónur, sum er óføra gott.
Tað verður í øllum førum spennandi at síggja, hvussu hetta árið fer at vignast hjá okkara línuskipaflota, tá saman um kemur.