Stapin hampiligan túr undan Íslandi

Línuskipið Mascot er á veg niður til Scrabster í Skotlandi at selja.

Línuskipið Stapin hevur landað á Toftum í dag. Veiðan vá sløk 155.000 pund.

 

Ein stórur partur av veiðini var toskur. Teir høvdu eisini onnur fiskasløg, eitt nú brosmu, longu, blálongu, kongafisk, svartkalva og lira.

 

Sagt verður av Toftum, at hetta er ein hampiliga góður túrur hjá skipi og manning. Skipari á Stapanum er Jákup E. Ejdesgaard av Eiði.

 

Sum skilst, er ein annar línubátur, sum er heimahoyrandi á Toftum - Mascot - á veg niður til Scrabster í Skotlandi at selja.