Stanley við serligum gesti

Fríggjakvøldið verður konsert við vísusangaranum Stanley Samuelsen í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Stanley hevur serligan gest til hesa konsertina. Til hesa konsertina hevur Stanley dóttirina Astrid við, sum fer at syngja saman við honum. Astrid hevði sjálv eina væleydnaða konsert við Múrin í fjør, so hon er ikki heilt ókend í Føroyum.

 

Stanley hevur annars sjálvur hetta seinasta árið havt fleiri smærri konsertir í Danmark, umframt at hann eisini hevur verið Finlandi og USA og spælt.

 

Í USA var hann í Austin, Texas har hann fekk góð ummæli og spældi í morgunsendingini á Fox 7 har. Beinleiðis leinkja til sendingina er á Facebook síðuni hjá Stanley Samuelsen sjálvum.