Í annaðkvøld hevur Stanley Samuelsen konsert í Vestmanna. Konsertin verður á Staðnum klokkan 20, og er tiltakið ætlað bæði vaksnum og ungum.
Um skránna, siga fyrireikararnir, at hon uttan iva fevnir um mong av vælkendu løgunum frá útgávunum ?Um eg kundi kvøði? og ?Regn?. Í báðum førum útgávur, sum gjørdust til føroyska fólkaogn í mest sum somu løtu, sum tær komu á marknaðin.









