Fríggjakvøldið -í annaðkvøld, er konsert í Sirkus við Stanley Samuelsen.
Stanley hevur í ár 50 ára hátíðarhald sum tónlistamaður. Hann vitjar Føroyar í løtuni í samband við samrøðu og konsert, ið Kringvarpið ger.
Stanley hevur latið seks soloútgávur frá sær og gevur í næstum songbókina "Stanley Samuelsen Songbók" út við 58 løgum. Bókin fer at innihalda tekstir, nótar, talsetingar og ymsu gittar tjúningarnar, ið Stanley brúkar.
Konsertin fríggjakvøldið klokkan 22:00 í Sirkus verður eitt breitt úrval av tilfarinum hjá Stanley.