Stanley Samuelsen er á ferð kring landið við sínum guitara og sínum vísum. Stanley er ein teirra, sum av og á hevur vitjað Suðuroynna. Seinast mundi vera, tá hann í heyst vitjaði Vág til væleydnaða kvøldsetu saman við kórinum Glymi og Peter Abrahamsen.
Leygarkvøldið vitjar Stanley í Stóra Pakkhúsi í Vági og óivað verður høvi at hoyra kent og minni kent tilfar, men eittnú Um Eg Kundi Kvøði og Regn eru helst sjálvskrivað at koma við á sangskránna, tí hesi løg hava ta dygd, at tey gjørdust fólkaogn, ið somu løtu tey hoyrdust fyrstuferð.
Húsið er opið frá 21 til 04 og Stanley fer á pall klokkan 22.










