Í desember fer kendi trubabadururin Stanley Samuelsen at ferðast kring Føroyar, og framføra í ymsum kirkjum kring landið. Byrjað verður hósdagin 10. Desember í Fuglafjarðar Kirkju, síðani verður farið til Skála, Nólsoyar, Sandavágs og Kollafjarðar.
Eisini verður Stanley Samuelsen at hoyra í Vestmanna Kirkju mikudag, har hann saman við 20 ymiskum tónleikarum fer at syngja ein sálm.
Allar konsertirnar við Stanley eru við akustiskum guitara og varða umleið ein tíma.
Fyrireikarar siga, at Stanley syngur ymisk jólaløg, umframt løg, av hansara nýggju fløgu.