Stanley Samuelsen Band á Skarv

Komandi leygarkvøld verður 60- og 70-ára rokkur at uppliva á Skarv í Keypmannahavn, tá tríggir garvaðir tónleikarir fara á pall. Talan er um Stanley Samuelsen (guitar/sang), Knut Henriksen (bass/sang) og Gert Smedegaard (trummur/slagverk).

 

Stanley er kendur bæði í Føroyum og Danmark, har hann hevur búð síðani 1970. Hann hevur spælt tónleik síðan hann var 15 ára gamal, har hann spældi við Silly Boys úr Fuglafirði. Hann hevur í mong ár spælt rokk við góðum tónleikarum í Danmark. Seinastu árini kenna vit hann sum vísusangara við tveimum góðum fløgum.

 

Knut Henriksen er dani og bleiv professionellur guitaristur sum 16 ára gamal. Han hevur m.a. spælt við Bo Diddley, Bjørn Afzelius, Brødrene Olsen, C. V. Jørgensen og Rugsted & Kreutzfeldt.

 

Gert Smedegård er dani og hevur síðan 60-ini verið nógv frammi á danska rokkpallinum. Hann hevur spælt saman við og verið í studio við m.a. C. V. Jørgensen, Niels Skousen, Allan Olsen, Ivan Pedersen og Erik Grip.

 

Knut og Gert teljast millum bestu donsku rokktónleikararnar, sigur Stanley Samuelsen í tíðindaskrivi til Skarv. Teir fara at spæla tónleik hjá Bob Dylan, Beatles, Kings, Erik Clapton, Creedence Clearwater Revival, Kris Kristofferson, Willie Nelson, Carl Perkins v.m.

 

Tónleikurin á Skarv byrjar leygarkvøldið um midnáttarleitið.