Stanley í Miðlahúsinum

Fríggjakvøldið klokkan 21 verður vísukvøld við okkara kenda og fræga sangara og tónleikara Stanley Samuelsen í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

Flest allir føroyingar munnu kenna henda sera vælsyngjandi, fryntliga og dámliga tónlistamannin úr Fuglafirði. Bara vit hoyra nevnt "Um eg kundi kvøðið", so hugsa vit um Stanley. Dyrnar verður latnar upp í Miðlahúsinum klokkan 20.30 og klokkan 21 og í ein tíma ella gott og væl tað fara vit at hoyra Stanley syngja og spæla. Stanley býr í Danmark, har hann er vorðin kendur sangari. Hann hevur fingið framúr góð ummæli ikki bert sum vísusangari í Føroyum, men eisini í okkara grannalondum.