Stanley á konsertferð í Føroyum

Seinni í hesum mánaðinum fer Stanley Samuelsen við teirri inniligu røddini og framúrskarandi gittarspælinum, á konsertferð í Føroyum.

 

Fríggjadagin 18. november klokkan 20 verður konsert í Ribarhúsi í Fuglafirði og leygardagin 19. november klokkan 20 verður konsert á Seglloftinum á Tvøroyri.

 

Sunnudagin 20. november verður konsert í Hoyvíkar Kirkju klokkan 16 og í Kollafjarðar Kirkju klokkan 20.

 

Á konsertunum fer hann at spæla sangir av teimum trimum fløgunum, hann hevur givið út.

 

Og tey, sum dáma Stanley, kunnu gleða seg til næsta mánað, tí tá gevur hann út Live fløgu við tónleiki av allarfyrstu konsertini, hann hevði í Føroyum, sum var í Norðurlandahúsinum í 1996.

 

Á fløguni eru eisini fleiri av hansara kendastu sangum síðani tá, umframt tríggir nýggir sangir, sum ikki eru útgivnir áður.

 

Stanley Samuelsen er eisini farin í holt við eina aðra fløgu við nýggjum musikki, sum hann hevur sett til tekst hjá JHO Djurhuus.