Stanley konsert í Saksun

Sunda kommuna stuðlar Stanley Samuelsen, sum aftur fyri hevði konsert í kirkjuni í Saksun.

Seinasta leygarkvøld hevði Stanley Samuelsen hugnaliga konsert í kirkjuni í Saksun, har ikki færri enn 50 fólk lýddu á.

 

Hetta var fyrstu ferð, at Stanley framførdi í Saksun, og tí var hetta eisini ein serstøk og forvitnislig hending.

 

- Konsertin kom í lag, tí vit hava stuðlað útgávuni av sangbókini, sum kom út í vikuni, sigur Sunda kommuna í dag.