Um vikuskiftið hevur Stanley Samuelsen spælt tvær konsertir í Svøríki. Í Dyrø í Bohuslan fríggjakvøldið og á Helsingborgfestivalinum leygarkvøldið. Gestirnir voru hugtiknir av sanginum og guitarspælinum og føroyska lagið Regn hugtók, eins og Morgendagens lys, sum er um eina gentu, sum doyði í tsunamivanlukkuni í 2004, og hendingin rørdi sviar at hjartanum.
Fríggjakvøldið var ein búgvin harri, ið spurdi, um guitarspælið var spælt inn áðrenn á fløgu, altso playback, tí so væl helt hann ongan vera føran fyri at spæla á palli.
Hæddina náddi Stanley, tá hann sang sang eftir Cornelis Vreeswijk; “Somliga går i trasiga skor..”. Tá vóru svendku áhoyrararnir veruliga við.
Eftir Stanley kom Per Sorman á pall, ein av størstu troubadourum í Svøríki, og hann segði soleiðis um gutarspælið hjá Stanley; ” Vi har netop oplevet tre guitarister på scenen på samme tid , men de to af den var usynlige. Takk Stanley du er fantastisk”.
Stanley er aktuellur á Summarfestivalinum komandi vikuskiftið.