Stanley á ferð við trio

Stanley Samuelsen og gittar- og sangtrio hansara Acoustica fer um mánaðarskiftið komandi á konserferð, ið byrjar í Føroyum.

 Fyrsta konsertin er fríggjakvøldið 28. september í Atlantis, dagarnar eftir eru Ribarhús og Norðurlandahúsið á skránni. Áðrenn konsertir verða spældar í Roskilde, Tisvilde, Hillerød, í Føroya Húsinum í Keypmannahavn í Warzawa, og á einum festivali Litava.