Stankov gevst í HB

Aleksandar Stankov er ikki longur HB-spælari. Tað er greitt, nú samstarvið ímillum áleyparan úr Montenegro og oddaliðið í Betrideildini er sagt upp.


HB skrivar á heimasíðuni, at Aleksandar Stankov av persónligum ávum ynskti at steðga samstarvinum, og at avtala um hetta er gjørd í sátt og semju.


- Vit í HB takka honum fyri tíðina hann hevur verið hjá okkum og ynskja honum alt tað besta, skrivar HB á heimasíðu síni.


27 ára gamli Stankov kom til Føroya í fjør. Tá skeyt hann 10 mál í 18 dystum, men vegna skaðatrupulleikar er tað í ár einans blivið til seks dystir og eitt mál.