Standmynd á søguligum staði

STANDMYND Við nýyrkta sanginum "Vakurt á sumri í Miðvági er" var pallurin settur fyri avdúkingini av standmyndini av virkna skaldinum og høvundanum, Mikkjal á Ryggi. Hóast hann eigur ein slakan triðing av sálmunum í Sálmabókini, var hann tó sera eyðmjúkur: “Sálmar mínir verða ikki livandi nógv mannaminnir, men eg vænti tó, teir kunnu gera gagn, inntil vit fáa nøkur rættiliga góð sálmaskald”, tók hann til í einum brævi.

Tað vóru tíbetur onnur, sum hildu nógv um skaldskap hansara. So nógv, at tey tóku avgerð um at reisa honum eina standmynd í heimbygdini, Miðvágur.

Arbeiðið við hesi verkætlanini byrjaði fyri tveimum árum síðani, í november 2009. Hetta var stutt eftir 100 ára dagin, tá Mikkjal risti vælkendu yrkingina í Hýsisá - Vatnið vinnur harðar hellur.

Ein av limunum í bólkinum var Sjúrður Poulsen. Og í røðu síni nevndi hann spurningin, sum helst mong hava sett sær: - Hví kom henda standmyndin ikki fyrri?

- Kanska er orsøkin hon, at Mikkjal altíð hevur verið so livandi millum okkum. Men nú var tíðin so búgvin til tað, segði hann í røðu síni.

Heitt varð á listamannin, Hans Paula Olsen um at evna eina standmynd til. Og í góðveðrinum í gjár kundu so tey hundraðtals fólkini fegnast um eina sera snotiliga standmynd, har Mikkjal er avmyndaður við penni í hond.

Staðsetingin av standmyndini er sera væl vald. Hon stendur í fyrsta lagi beint við húsini í Beiti, og hon stendur haraftrat soleiðis fyri, at øll tey sum ferðast gjøgnum Miðvág síggja hana.

Sum skilst ætlar kommunan at fríðka økið kring standmyndina enn meiri, soleiðis at tað verður at meta sum ein heild.