Hotel Føroyar hevur søkt Tórshavnar kommunu um at gera eitt torg á Áarstovugrund ovast í Gongina, við Bringsnagøtu, í Havn, har sum Áarstova stóð, til hon varð tikin niður tíðliga í síðstu øld.
Ætlanin er at reisa eina standmynd av áarstovubrøðrunum, Hans Andreasi og Janusi Djurhuus, sum vuksu upp í Áarstovu, sum stóð í norðrasta enda á Gongini.
Sambært skránni fyri býráðsfundin í annaðkvøld verður søkt um at gera eitt torg á staðnum, har Áarstova stóð, har ætlanin er at seta standmyndir av Janusi og Hans Andriasi Djurhuus sum smádreingir.
Ferðslunevndin hjá Tórshavnar kommunu mælir til at taka undir við framløgdum tekningum við teirri broyting at, økið skal girðast inni á sama hátt sum økið á Kongabrúnni, sunnan fyri Vertshúsið, sum hýsir matstouvni Áarstovu, við atkomu til og frá Gongini, og at gongubreytakantur verður gjørdur á sama hátt sum framman fyri Fútatovu. Málið verður beint í teknisku nevnd og fíggjarnevndina til støðutakan.
Leiðarin á starvsfólka- og løgdeildini og miðfyrisitingarstjórin mæla til at leiga økið út til umsøkjara, og fíggjarnevndin hevur samtykt at mæla býráðnum til at taka undir við tilmælinum og gera 10 ára leigusáttmála um økið.
Mynd: Myndin niðanfyri er av Áarstovu, sum sæst vinstrumegin. Húsini høgrmegin er Handilsforeiningin, nú Café Nátúr. Áin er undir Áarvegnum. Myndin er tikin fyrin eini 100 árum síðani.