Hetta sjúkrahús hevur so verið í brúk, til tað aftur varð útbygt og endurnýggjað í 1995. Øll hesi árini hevur tað verið ein trygd hjá okkum, sum búleikast her suðuri. Her hava starvsfólk trúliga møtt til arbeiðis fyri at fremja sín gerning, at vera um sjúklingin, bøta um kor hansara. Henda setning hevur stovnurin framt til fulnar. so at suðuroyingar allir sum ein, eru fult nøgdir við tað.
Her verða børn fødd, sjúklingar kannaðir og fáa viðgerð, sum bøtir teirra lívsvirði, ella ger tey frísk - her siga fólk heiminum farvæl. Øll vita, at oyggin liggur fjart frá meginlandinum, og ofta er illa sjógvað á hesi farleið millum oyggjarnar. Av royndum vita vit, at tá tað lotar úr hanakjafti millum landnyrðing og landsynning, er avmarkað hjálp at heinta norðan av meginøkinum. Tí mugu vit suðuroyingar standa saman um okkara sjúkrahús,- allir sum ein. Ongum verður loyvt at niðurlaga mannagongdir, viðgerðir og skipanir til tað verra fyri sjúklingin.
Nógv hevur hesa síðstu tíðina verið frammi um at leggja leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum saman í eina leiðslu fyri at effektivisera rakstur og viðgerð. Hendir hetta, so er greitt, at alt fleiri sjúklingar verða fluttir á Landssjúkrahúsið til viðgerðar, og at funktiónir verða niðurlagdar. Harvið detta enn fleiri størv burtur. Dugi ikki at síggja annað enn, at øll oyggin kemur at gjalda fyri henda sjálvdrátt norðanífrá.
Vit suðuroyingar eiga tí at standa saman og als ikki góðtaka skipanir, sum gera umstøðurnar verri hjá sjúklingunum.
Hjá sjúklingi er tað rættari og lættari at fáa viðgerð her suðuri.