Verkfrøðingarnir hjá Standard høvdu sett sær sum mál at vinna á týsku Folkavognunum. Prísurin hevði alt at siga, tí var Standard 8 ein skravað útgáva, har møguleiki var at keypa ymiska útgerð eftir tørvi.
Bilurin var lítil og rúmligur til fýra fólk, hevði fýra hurðar og var einans 3,6 metrar langur.
Motorurin var 4 cyl. 800 ccm, seinni fingu teir 950 ccm og skiftu navn til standard 10.
Innan vóru teir sera einfaldir, men har var tað, ið brúk var fyri. Síðurútarnir vóru skjótirútar, ið skuldu førkast aftur og fram, so rútavindarnir ikki tóku ov nógv pláss í hurðunum.
Standard 10 vórðu í Danmark samansettir hjá A/S Nordisk Diesel, har dygdin var á høgum støði. Teir mekanisku lutirnir høvdu staðið sína roynd, og verksmiðjan var tann fyrsta, ið gav 12 mánaða trygd uttan mun til, hvussu nógvar kilometrar bilurin hevði koyrt.