Standa í stað á listanum

Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum er framvegis nummar 126 á styrkislistanum, sum FIFA almannakunngerð eina ferð um mánaðin.
Hetta er sama støðan, sum Føroyar høvdu á seinastu útgávuni av listanum, og yvir høvur ber hesin brá av, at sera fáir altjóða dystir hava verið spældir seinasta mánaðin, nú talan fyri tað nógv hevur verið um summarfrí.
Størsta broytingin millum fremstu londini er, at Frakland nú er dottið heilt aftur á eitt pláss sum nummar 9, eftir at teir fyri ikki so langari tíð síðani vóru klárt á odda á listanum. Tað plássið hoyrir nú aftur til Brasil, sum hevur eitt hampuliga stórt glopp niður til næstu liðini.
Seinasti styrkislistin hjá FIFA fyri august framgongur niðanfyri. Tølini í klombrum sýna, hvussu liðini vórðu styrkismett í juli mánaði.
Føroysku kvinnurnar eru annar at finna á 70. plássinum á FIFA-listanum. Her fingu okkara ivaleyst nøkur stig, tá tær á oyggjaleikunum vunnu á Bermuda, men hvørja ávirkan hetta hevði, er enn ikki greitt. Styrkislistin fyri kvinnur verður dagførdur fýra ferðir um árið, og næsta útgávan av hesum er ikki almenn fyrr enn í september mánaði.

nrland
1 (1)Brasil
2 (2)Argentina
3 (3)Holland
4 (4)Kekkia
5 (5)Mexico
6 (6)USA
7 (8)Ongland
8 (8)Spania
9 (7)Frakland
9 (10) Portugal
14 (14)Írland
15 (17)Svøríki
18 (19)Danmark
36 (36)Noreg
42 (42)Sveis
43 (43)Finnland
47 (48)Ísrael
94 (92)Ísland
105 (109)Kypros
126 (126)Føroyar