Standa saman um siglandi arvin

Gomul seglskip skulu stuðlast meiri og tað kemur væl við í royndunum at varðveita okkara siglandi arv

Næsta ár er ætlanin, at almenni stuðulin til gomul træskip skal hækkast 200.000 krónur, upp í 600.000 krónur.

 

Og tað fegnast tey í felagnum Føroysk Træskip, um.

 

Tað eru seks gomul træskip, sum eru á føroyska listanum yvir varðveitingarverd træskip.

 

Tey eru Westward Ho, Jóhanna, Norðlýsið, Dragin, Thorshavn og Reyði Krossur, sum nú eitur Amadeus.

 

Bæði Hans Eli Hansen, formaður. Sum umboðar Dragan og Gudmund Jacobsen, næstformaður, sum umboðar Jóhonnu, taka hetta sum eitt tekin um, at Løgtingið vísir virðing fyri træseglskipunum og tað ókeypis arbeiði, ið verður lagt í at endurbøta og halda tey í siglandi standi.

 

 -Tað styrkir okkum í trúnni á, at alt Føroya fólk stendur saman um at varðveita okkara siglandi arv og at varðveita søguna um eina farandi tíð í føroyskum fólkalívi, siga teir báðir.
 

- Gomlu træskipini, har nøkur eru yvir hundrað ára gomul, eru fíggjarliga tung at halda í siglandi standi, serliga nú krøvini frá skipasýni o.ø. myndugleikum eru nógv herd av øktum trygdarkrøvum.
 

Tilsamans kostar tað einar tvær milliónir krónur at halda skipini í siglingarførum standi.

 

- Uttan almennan stuðul, ber snøgt sagt ikki til at varðveita, tað eftir er av hesum stásiligi skipum og bátum, siga formaðurin og næstformaðurin.

 

Myndin er av Thorshavn, sum er seinasta skipið, sum kom á listan yvir varðveitingarskip, tað hendi í 2005.