- Vit hava tosað um málið, men vit halda ikki, at tað er nøkur orsøk til at broyta støðu.
Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í felagnum Demokratia, sum fer at skipa fyri 8. mars tiltaki á Hotel Føroyum á altjóða kvinnudegnum 9. mars, saman við Kvinnu.
Tiltakið kostar Demokratia góðar 40.000 krónur.
Politikarar úr ymsum herðashornum hava hvassliga átalað, at peningur frá eini almennari nevnd verður brúktur til tiltakið.
Atfinningarnar eru serliga, at atgongumerkini kosta 1000 krónur. Men enn verri er tað, at á tiltakinum skal ársins kvinna veljast. Fimm uppskot eru til ársins kvinnu og grundgevingarnar fyri tvey av uppskotunum, er at tey hava talað fyri, at grein 266 b í revsilógini varð broytt, so at hon eisini skuldi umfata kynsligan samleika.
Standa við sítt
Men atfinningarnar fáa ikki Demokratia til at bakka.
Nevndin hevði fund í gjár, har málið var til umrøðu.
Eyðgunn Samuelsen leggur dent á, at hetta er ein fundur, sum er avtalaður langt síðani og hann hevði sostatt onki við politisku atfinningarnar at gera.
Hinvegin er tað eyðsæð, at málið varð umrøtt, nú tað hevur fylt so nógv í almenna kjakinum seinastu dagarnar.
Men Eyðgunn Samuelsen staðfestir samstundis, at onki er broytt.
- Demokratia er framvegis við í tiltakinum, sigur hon.
Men hon leggur dent á, at nevndin hevur onki at gera við tann partin av tiltakinum, sum hevur við ársins kvinnu at gera.
- Hetta er ikki okkara borð. Hendan partin av tiltakinum vistu vit onki um, tí hetta er eitt tiltak, sum blaðið Kvinna sjálvt skipar fyri. Vit eru ikki við at velja ársins kvinnu og tá ið vit gjørdu av at vera við, vistu vit onki um, hvør var í uppskoti.
- At velja ársins kvinnu er ikki okkara uppgáva og tað hava vit onki við at gera, sigur hon.
Hon sigur, at einasta orsøk til, at Demokratia er við í tiltakinum, er, at tær, sum halda fyrilestrar eru kvinnur, sum veruliga hava flutt mørk og at tað tí kann vera ómetaliga kveikjandi fyri framhaldandi arbeiðið hjá Demokratia at hoyra, hvat tey hava gjørt í øðrum londum fyri at eggja konufólki at halda seg framat.
Men ásannar kortini, at tað er óheppið, at Demokratia verður nevnt í sambandi við ársins kvinnu, serliga tá ið eitt hitt størsta politiska stríðsmálið í longri tíð, er drigið upp í valið.
Men hon heldur fast um, at tann partin av tiltakinum hevur Demokratia onki við at gera.