Hóast nógv fólk arbeiðir við málinum um vápnaða ránið, sum varð framt móti handlinum hjá P. A. Restorff seinasta hóskvøld, so hevur tað ikki eydnast løgregluni at fáa stórvegis gongd á málið.
? Vit arbeiða við málinum alla tíðina, men enn eru vit ikki komnir nakran veg. Vit standa so at siga á berum, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini í Havn.
Hann greiðir frá, at løgreglan var húsagongd í grannalagnum kring handilin hjá P. A. Restorff, men tað hevur ikki givið úrslit.
? Vit fáa upplýsingar alla tíðina, men enn hevur tað ikki verið nóg mikið til at seta ferð á arbeiði hjá okkum, sigur hann.
Tí heitir hann enn einaferð á fólk, um at seta seg í samband við løgregluna, um so er, at tey hava verið í økinum kring handilin hóskvøldið. Tað kann vera, at tey sita inni við upplýsingum, sum hava avgerandi týdning fyri løgregluna.
? Hóast vit hava nógv at arbeiða við í málinum, so høvdu vit verið serstakliga fegin, um vit fingu fleiri upplýsingar frá fólki, sum hava ferðast har um vegir. Tað kann vera, at tey hava sæð eitthvørt, sum kann vera júst tann upplýsing, sum vit bíða eftir, sigur Bergleif.
Ránið, sum bert er annað vápnaða ránið í Føroyum, varð framt hóskvøldið um tíggju tíðina, móti handlinum hjá P. A. Restorff. Handilin liggur í Sigmundargøtu, nær við Vágsbotn, og nógvir vegir eru við handilin. Tí hevur tað týdning, at øll, sum halda seg hava sæð eitthvørt, seta seg í samband við løgregluna.
Eftirlýsa
kátum ungfólki
Kassadáman, sum sat í handlinum hetta kvøldið, hevur annars greitt løgregluni frá, at hon hoyrdi nøkur kát ungfólk beint eftir ránið.
? Eftir ljóðinum komu tey gangandi framvið VVS-horninum hjá Kalla, við Landavegin, og hon heldur, at talan var um ungfólk, uttan tó at kunna siga tað við vissu, sigur Bergleif.
? Hesum fólkum vilja vit fegin hoyra frá, tí tað er ikki óhugsandi, at tey sita inni við upplýsingum, sum kunnu geva okkum eitt skump tann rætta vegin, sigur Bergleif Brimvík.
Hann leggur afturat, at hesi fólk kunnu seta seg í samband við løgregluna í Havn á tlf. 311448.