Standa einsamøll og roykja

Ein skúli í Danmark hevur júst avgjørt, at næmingarnir ikki longur kunnu roykja saman. Tey skulu standa einsamøll, og sleppa ikki at práta við hinar roykjararnar. Roykiforboðið í Føroyum, er eftir øllum at døma ikki eins strangt og í Danmark.

Skúlin, sum eitur Midtsjællands Efterskole, hevur síðani summarferiuna noktað fyri, at næmingarnir stuttleika sær, meðan tey roykja.

Í skúlagarðinum standa fýra træstubbar, sum eru 25 metrar frá hvørjum øðrum. Her skulu næmingarnir roykja, og roykingin skal ganga fyri seg í einsemi og uttan prát við hinar roykjararnar.

Endamálið hjá skúlanum er at minka um hugin at roykja, við at taka burtur tann sosiala partin av at roykja eina sigarett.

Hetta veit dr.dk í dag.