Standa á berajólum

Vit hava onga ætlan fyri, hvussu vit skulu bera okkum at, um ein størri vanlukka rakar føroysku alivinnuna, enn tann, sum rakti Alilaks í fjør

 

Tilbúgving

400 tons av laskaslogvi standa á ellivta mánað og bíða eftir at verða koyrd burtur. Men tað er sera trupult, tí brennistøðin hjá IRF orkar ikki at brenna undan.

Varð sjúkan staðfest í einum øki, har alistøðirnar vóru tættari enn á Fuglafirði, stóðu vit rættiliga við skegginum í postkassanum.

Eingin ætlan er fyri, hvussu vit kunnu taka í móti tí sjúka fiskinum, tíansheldur at fáa hann burturbeindan.

Vestsalmon, sum eigur alistøðina á Fuglafirði, hevur sjálvt leigað tangar at koyra deyða fiskin í. Og tað var heldur einki lætt at finna eitt stað at seta teir á, sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon.

Av Oljumálastýrinum, har umhvørvismál eisini verða umsitin, váttar Rókur Tummasarson, at eingin ætlan er fyri, hvussu vit skulu bera okkum at í slíkum førum. Og hann sigur eisini, at hann veit einki um, at nøkur slík er á veg heldur.

Um støðuna á Leirvíksvegnum í dag sigur hann, at hatta var bara ein neyðloysn, men váttar, at enn eru eingi útlit fyri eini endaligari loysn, um ein slík vanlukka, sum tann á Fuglafirði, rakar okkum aftur. Og tað kann jú verða nær sum helst.

Hann vísir annars til aðrar myndugleikar, sum kunnu taka sær av eini slíkari ætlan.

Sosialurin hevur roynt at fingið orð á landsdjóralæknan. Men tað eydnaðist ikki, áðrenn evstamark. Heldur ikki Eyðun Eltør, landsstýrismann við umhvørvismálum, ella Bjarna Djurholm, landsstýrismann við vinnumálum, eydnaðist at fáa orð á, áðrenn evstamark.

Ætlanin var at spyrja teir, hvat verður gjørt við málið, og um arbeitt verður við eini tilbúgvingarætlan.

Hinvegin upplýsir Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon, fyri Sosialinum, at vinnan sjálv er farin undir at finna eina skipan, sum kann loysa tann trupulleikan, sum verður, um slíkt hendir aftur.

Frímund Hansen situr sjálvur í ein um arbeiðsbólki, har millum aðrar alarar, fóðurframleiðarar og nevndin í Havbúnaðarfelagnum eru umboðað.

Bólkurin arbeiðir við at lýsa støðuna, kanna tørvin og fáa eina móttøku upp at standa, sum kann taka í móti sjúkum fiski, um soleiðis vil til einaferð aftur.

Eisini verður arbeitt við at finna fram til, hvat sjúkur fiskur møguliga kann brúkast til.

Tað er soleiðis, at sjúkan kann steriliserast, greiðir Frímund Hansen frá. Men tað er ein trupul prosess at fara ígjøgnum. Fiskurin skal hitast upp til 133 stig undir trýsti, sum skal vera 20 bar.

Frímund Hansen sigur, at hann regluliga kannar tangarnar á Leirvíksvegnum. Teir eru í góðum standi, sigur hann, og eingin vandi er fyri, at teir til dømis skulu fara at leka. Eisini eru teir væl merktir, soleiðs at teir ikki eru til ampa fyri ferðsluna á vegnum.

Men støðan er í dag tann, at Vestsalmon framvegis stendur einsamalt við allari ábyrgdini av teirri vanlukkuni, sum rakti alistøðina á Fuglafirði fyri næstan einum ári síðan.