Í juni kom fyrsta staklagið av komandi fløguni hjá Coldplay á marknaðin. Talan var um lagið "Every Teardrop is a Waterfall", sum er eitt lag av fimtu fløguni "Mylo Xyloto", sum kemur á marknaðin 24. oktobur.
Bólkurin er í dag til reiðar við næsta staklagnum við heitinum "Paradise". Lagið er at fáa á iTunes í dag.
Løgini á nýggju fløguni eru eisini almannakunngjørd og listin sær soleiðis út:
Mylo Xyloto
Hurts Like Heaven
Paradise
Charlie Brown
Us Against The World
M.M.I.X.
Every Teardrop Is A Waterfall
Major Minus
U.F.O.
Princess of China
Up In Flames
A Hopeful Transmission
Don't Let It Break Your Heart
Up With The Birds
Hetta veit gaffa.dk í dag.