Fólk, ið høvdu áhuga, kundu melda seg til at vera við.
Tað er ógviliga forkunnugt at fara út í Stakkin við rennistrongi. Í Stakkinum verður rikið og fingið fatur á seyðinum. Síðani verður hann førdur yvirum við rennistronginum og leiddur heim í bygdina.
Klokkan 17 í dag er uppboðssøla við bygdahúsið. Veðrar verða seldir, og tað verður eisini selt í stykkjum. Tjørnuvíksmenn bjóða seg til at fletta.
##med2##
##med3##