Å stakkals Elin Heinesen!

Í hesum døgum lesa og hoyra vit nógv um fólk, bæði í Føroyum og uttanlands, sum knógva undir altjóða kreppuni

Her heima hoyra vit dag og dagliga um hópuppsagnir í fiskivinnuni bæði á sjógvi og landi, um tey í Suðuroynni, sum ikki sleppa til arbeiðis, um tey á Kósini, sum óttast fyri at missa arbeiði, um fiskimenn sum flýggja av landinum, um uppsagnir í byggivinnuni og nógvar aðrar syrgiligar søgur.

Mitt í øllum sorgarleikinum skulu vit eisini lesa um ein almennan stjóra, sum skrivar síðu upp og síðu niður, meðan hon grætur um sína soltnu løn áljóðandi 39.215,79 pluss 15% í eftirløn.

Ikki sørt niðursetandi samanber almenni stjórin sína løn við eina arbeiðsmannaløn. Hetta tí, at hon skal eitast at arbeiða umleið 70 tímar um vikuna.

Almenni stjórin samanber seg við føroyska arbeiðaran, sum í dag líður undir hóttafallinum av altjóða kreppuni. Hesin sami arbeiðarin vildi óivað fegin sloppið at arbeitt 70 tímar um vikuna, eins og Elin. Serliga nú tað stundar ímóti jólum. Men arbeiðarin skal vera glaður, um hann yvirhøvir fær eina arbeiðsviku áljóðandi 40 tímar.

Almenni stjórin gloymir, at hesin sami arbeiðarin, sum hon so niðrandi samanber seg við, bæði skal gjalda lønina hjá Elin, samstundis sum arbeiðarin skal bera byrðarnar av kreppuni.

Kreppuni, sum Elin óivað ongantíð kemur at merkja nakað til.