Maðurin, sum stakk ein annan mann við knívi í Havn í nátt, hevur viðgingið seg sekan.
Tað sigur Løgreglan nú seinnapartin.
Tað var beint eftir klokkan tvey í nátt, at løgreglan fekk boð um, at ein maður var vorðin stungin við knívi í Havn. Hendingin fór fram á einum privatum bústaði, har nøkur fólk vóru savnað, men komu tveir mans til ilnar tað endaði við, at annar stakk hin í búkin við knívi.
Løgreglan sigur, at maðurin, sum varð stungin, varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann varð lagdur undir skurð, og tað, tey vita, hava læknarnir tamarhald á støðuni og maðurin er ikki í lívsvanda.
Samstundis tók løgreglan gerningsmaðurin við á løgreglustøðina til avhoyringar og skuldsetti hann fyri grovan harðskap. Løgreglan sigur, at maðurin hevur viðgingið seg sekan og er leyslatin aftur. Men hann er kortini framvegis skuldsettur fyri grovan harðskap og bíðar nú ímeðan allar kanningar verða gjørdar í málinum.