Lógin um barnaískoyti til stakar uppihaldarar er samtykt í Løgtinginum og kemur í gildi 1. september 2008. Fyrsta útgjaldið verður um mánaðarskiftið september/oktober.
- Endamálið við lógini er at veita einum bólki í samfelagnum, sum ofta hevur torført við at fáa endarnar at røkka saman, ein fíggjarligan styrk. Barnaískoyti til stakar uppihaldarar er eitt av mínum hjartamálum, og eg fegnist um, at tað nú er eydnast at fáa lógina samtykta, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum.
Barnaískoyti til stakar uppihaldarar er 6000 krónur um árið fyri hvørt barnið og verður útgoldið eftir umsókn. Almannastovan umsitur barnaískoyti og fer um stutta tíð at kunna um viðurskiftir í sambandi við at søkja ískoyti.