Tað almenna gongur verri enn so altíð, tá ið tað snýr seg um at virða sínar egnu reglar og lógir.
Tað staðfestir Kappingareftirlitið í ársfrágreiðing síni, sum kom út nú ein dagin.
- Tað er sera tórført at fáa almennar myndugleikar at fáa almennar myndugleikar at taka atlit til kapping
Ein uppgáva hjá Kappingareftirlitinum er at tryggja, at alment vinnuvirksemi og almenn lóggáva ikki hava kappingaravlaging við sær og skeikla privatar marknaðir.
Hinvegin so hava lóggávuvaldið og almennir myndugleikar ofta breiðari atlit at taka enn bara kappingaratlit, eitt nú atlit til útjaðaran og at tryggja grundleggjandi tænastur til allar borgarar, sum marknaðurin kanska ikki er sinnaður at veita til kappingarførar prísir.
- Men tað kann tíðum vera ein sera trupul uppgáva at fáa almennar myndugleikar at
taka atlit til kapping, staðfestir Kappingareftirlitið.
Eitt gott dømi er málið um trygdarskeið hjá Trygdarmiðstøðini.
- Trygdarmiðstøðin er ein stovnur, sum tað almenna fíggjar, men sum kappaðist á ójøvnum føti við privata fyritøku.
- Kappingarráðið royndi í góð tvey ár at fáa Fiskimálaráðið til at tryggja, at kappingaravlagandi atburðurin hjá Trygdarmiðstøðini ikki skeiklaði marknaðin.
Men Fiskimálaráðið vildi ikki ganga undir treytirnar frá Kappingarráðnum og fekk sær í staðin heimild í fíggjarlógini til at halda fram við kappingaravlagandi atburðinum.
- Ein sera óheppin atferð hjá einum almennum myndugleika, staðfestir Kappingarráðið.