Stak friðarligt í nátt

Bilførarin, sum løgreglan leitaði eftir í gjár, ringdi sjálvur til løgregluna

Tað hevur verið stak friðarligt í nátt. Tað sigur løgreglan í morgun. Tíðliga í morgun varð kortini ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Havn. Hann varð steðgaður í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni og tá ið blásti í alkoholmátarar hjá løgregluni, fór hann upp um mark. Tískil er blóðroynd tikin av bilføraranum.

 

Seinnapartin í gjár leitaði løgreglane eftir einum reyðum toyota. Tað var í samband við eitt ferðsluóhapp inni í Eysturoyartunlinun, beint við rundkoyringina. Ein bilur, sum skuldi ígjøgnum rundkoyringina, tók ferðina av, men tað ansaði bilførarin beint aftan fyri helst ikki eftir, tí hann koyrid upp í reyvina á honum.

 

Báðir bilarnir hildu leiðina fram upp á Strendur. Tá ið teir vóru komnir úr tunlinum, steðgaði bilførarin, sum var árendur, á fyri at fáa samband við tann, sum hevði koyrt á. Men tað gekk ikki sum ætlað, tí bilførarin, sum hevði koyrt á, steðgaði ikki, men helt leiðina fram.

 

Tí vildi Løgreglan vil fegin hava orðið á bilføraran, sum rendi á fyri at fáa greiði á, hvat tað var, sum hendi. Løgreglan sigur, at eftir eftirlýsingina ringdi bilførarin sjálvur til løgregluna at gera vart við seg. Bilurin var ikki ein Toyota, men hann váttaði, at tað var hann, tey leitaðu eftir.

 

Løgreglan sigur, at bilførarin sigur, at hann hevði høgt bremsurnar í og tað gav ein stoyt í bilin, so hann hevði ikki ansað eftir, at hann stoytti saman við bilin frammanfyri. Løgreglan sigur, at skaðin var heldur ikki serliga stórur. Nú verður so støða tikin til, hvat skal henda í málinum. Men tá ið bilar ikki halda frástøðu, plaga tað at geva klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 1500 krónur.